Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum
Bólkur settur at orða eina
demensætlan fyri Føroyar
Landsstýrismaðurin við
heilsumálum hevur í samráð við landsstýriskvinnuna við almannamálum gjørt av,
at ein demensætlan fyri Føroyar skal gerast. Hetta verður samstundis gjørt í
samsvar við samgonguskjalið, har tað m.a. er ásett, at ein ???miðvís ætlan fyri
demensøkið verður løgd???.
Í fjør fingu
landsstýrisfólkini í ávikavist heilsu- og almannamálum handað eina framferðarætlan
fyri demens í Føroyum ???Gloymsk men ikki gloymd??? frá einum sjálvbodnum bólki.
??tlanin hevði tað endamál, at landsstýrisfólkini settu ein bólk við fakfólki at
gera eina ætlan fyri demensøkið ??? eina sonevnda demensætlan, sum arbeiðast kann
eftir í framtíðini.
Demensætlanin, har ein
arbeiðsbólkurin nú er settur, skal í høvuðsheitum lýsa nágreiniliga, hvussu
demensøkið eigur at verða skipað við støði í teimum tilmælum, sum eru í
framferðarætlanini. ???Gloymsk men ikki gloymd??? frá 2012.
Umframt arbeiðsbólkin,
verður arbeiðið skipað við einum stýrisbólki. So hvørt sum arbeiðsbólkurin
metir, at partar í ætlanini eru lidnir, verða teir sendir til góðkenningar hjá
stýrisbólkinum. Eisini skal arbeiðs- og tíðarætlanin fyri arbeiðið góðkennast
av stýrisbólkinum. Harumframt er uppgávan hjá stýrisbólkinum at taka støðu til
ivamál og spurningar, ið arbeiðsbólkurin kann leggja fyri stýrisbólkin.
Bólkurin handar
demensætlanina til landsstýrisfólkini við heilsumálum og almannamálum í
seinasta lagi 1. mai 2014.
Arbeiðsbólkur
Tormóður
Stórá, umboð fyri Psykiatriska depilin
Marjun
Restorff, umboð fyri Demenstoymið á Landssjúkrahúsinum
Guðrun Zachariasen, umboð fyri Kommunulæknafelag
Føroya
Unn Justinusen, umboð fyri Heimatænastuna í
Almannaverkinum
Sunnuva á Lakjuni, umboð fyri Heimatænastuna í
Almannaverkinum
Jónvør Christiansen, demenssamskipari og leiðari fyri Heilræði í
Tórshavnar Kommunu
Lis
Hansen, demenssamskipari
Halldis Joensen, umboð fyri Alzheimerfelagið
Stýrisbólkur
Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
Johnhard Klettheyggj, virkandi aðalstjóri í
Almannamálaráðnum
Sveinoy Sverrisdóttir, umboð fyri Kommunufelag
Føroya
Eyðun Christiansen, umboð fyri Kommunusamskipan Føroya
Myndir:
Mynd 1: Arbeiðsbólkur
saman við stýrisbólki og landsstýrisfólkunum í heilsumálum og almannamálum.
Mynd 2: Arbeiðsbólkurin
Mynd 3: Stýrisbólkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald