2017-04-07 07:30
Kundi tit hugsa tykkum eina starvsfólkaútferð ella bólkaútferð
Í Hattarvík - Fugloy
Vit bjóða okkum til at fyriskipa starvsfólkaútferð ella bólkaútferð í Hattarvík á Fugloynni.
Skrá:
- Farið verður úr Hvannasundi kl. 08:45 við "Rituni" til Fugloyar, Hattarvík. Túrðurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir.
- Byrjað verður við morgunmati.
- Eftir hetta, verður tað so ein gongutúrur niðan á Eystfelli við staðkendum ferðaleiðara, sum somuleiðis vísir á og greiðir frá um støð, søgur og sagnir. ??ll fáa ein góðan matpakka við. Hesin túrur tekur uml. 2 tímar og er rímuliga lættur at ganga.
- Komin oman úr haga, verður borðreitt við súpan, te og kaffi
- Síðani verður ein frásøgutúrur í bygdini, fyri at vitja áhugaverd støð vm.
- Fráferð við Rituni til Hvannasund er uml. kl. 16:00 og er mett koma til Hvannasunds uml. kl. 17:30.
Bólkar mugu ikki telja minni enn 10 fólk og tá ið talan er um 15 fólk ella fleiri, er neyðugt við tveimum ferðaleiðarum ella fleiri.
Er talan um størri bólkar, verður mett um hóskandi tørv á ferðaleiðarum og hjálparfólkum.
Í samband við bílegging, kunnu vit syrgja fyri bólkabílegging við "Rituni".
Neyðugt er at taka hædd fyri veðurlíkindum.
Sí nærri kunning um prísir vm. umvegis heimasíðuna:http://www.uppistovugardur.fo/starvsfoacutelka---boacutelkatuacuterethar.html
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald