Ítróttur

Bólkafinala: Ingolvur E. Olsen: Sera spentur til dystin í dag

...

2017-06-27 15:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ingolvur Eyðunsson Olsen, ÍF, er við A-landsliðnum í flogbólti á fyrsta sinni, og leikti sín fyrsta A-landsliðsdyst sunnudagin ímóti Grønlandi.

Ingolvur sigur, ???eg fekk nógva spælitíð í fyrsta dystinum móti Grønlandi, sum sostatt gjørdist mín fyrsti landsdystur fyri Føroyska A-landsliðið???.

Skoytast kann uppí, at hann kom sera væl frá dystinum. Í dystinum ímóti Guernsey koma hann inn í triðja setti og Føroyar vunnu báðar hesar dystirnar 3-0.

Um bólkafinaluna í dag ímóti Álandi í dag sigur Ingolvur: ???Eg eri sera spentur til dystin í dag, spæla vit okkara spæl, so vinna vit. Vit hava eisini ein breiðari hóp enn Áland???.

Landsliðsvenjarin Bárður B. Mikkelsen sá á fyrsta sinni Ingolvur spæla við U-20 landsliðnum, sum var á Kypros í fjørð, og beit tá merki í unga leikaran, sum hevur ment seg sera nógv síðani tá.

Ingolvur er bert 18 ára gamal, er 193 cm høgur, og leikar við ÍF sum miðleikari og er vinstrahandaður.

Viðmerkjast kann eisini, at Ingolvur Eyðunsson Olsen var kosin ársins stjørnuskot í 2017 saman við Jón W. Simonsen, SÍ.

Dysturin móti Álandi verður stroymdur beinleiðis kl. 16,30 her:

https://www.facebook.com/Flogb%C3%B3ltssamband-F%C3%B8roya-799547606794840/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder