Bókakafé við Søren Ulrik Thomsen á Býarbókasavninum
Søren Ulrik Thomsen, f.
1956, er ein av best umtóktu donsku yrkjarum og høvundum. Hann hevur skrivað
yrkingar og essays, síðan hann debuteraði í 1981 við yrkingasavninum City
Slang. Síðani eru komin seks onnur yrkingasøvn. Seinasta yrkingasavnið Rystet
spejl gjørdist metsølubók í Danmark í 2011. Søren Ulrik Thomsen er limur í
Det danske Akademi og fær Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. Í ár er bókin Samlede
Thomsen komin út, og eisini eru komnar út tvær skreytútgávur, sum
Steinprent gevur út saman við listamanninum Claus Carstensen, har Søren Ulrik
Thomsen hevur skrivað essays. Týskvøldið 27. mai kl 19.30 fer
Søren Ulrik at lesa upp og tosa við Kim Simonsen um skaldskap
sín.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald