Enn ein flottur sigur til Boga Kristiansen, og aftur slapp hann at ganga deiligu skrittini til ovast á sigurspallin. Hetta gjørdist úrslitið eftir eina vælkoyrda kapping, og eftir hart slit. Aftur og aftur royndi Bogi at sleppa avstað. Tað eydnaðist, og tá góðir 30 km vóru eftir á mál var Bogi sloppin avstað saman við Michael Bornak og Michael Allan Hansen. Hesir arbeiddu væl saman, og tað var ikki fyrr enn bara 1 km var eftir á mál at taktikkur kom í og ferðin fór niður.
- Eg visti at tann eini ikki var góður í endaspurtinum, so eg helt eyguni við hinum kappingarneytanum. Feltið nærkaðist, men vandi var ongantíð fyri at vit blivu tiknir. Vit høvdu arbeitt okkum eitt so mikið stórt forspring, og tí kundi eg konsentrera meg um hvat hendi her millum okkum tríggjar, segði ein fegin Bogi eftir kappingina.
Bogi opnaði endaspurtin umleið 200 metur frá málstikuni. Bogi fekk beinanvegin eitt gott hol, og vann tí ein tryggan sigur.
Bogi kappaðist eisini leygardagin, og hóast eina harða kapping leygardagin, so kundi Bogi koyra eina góða kapping dagin eftir. Hetta ber boð um at formurin nærkast einum góðum "Oyggjaleikaformi".
- Eg royndi fleiri ferðir at sleppa avstað. Tað kostar, men í dag lønti tað seg, segði Bogi eftir kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald