Ítróttur

Bogdan vann ímóti KÍF

...

2013-11-04 00:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við Bogdan Florea á odda legði H71 hart út í dystinum ímóti KIF. H71 kom á odda 3-0, KÍF svaraði tó aftur og kom uppá javnleik 5-5 í 11. minutti, annars førdi H71 allan fyrra hálvleik. Tað var serliga Bogdan Florea, og málmennirnir hjá H71, ið vístu rættuligt stórspæl í dag. Máltalvan vísti 15-13, tá ið farið var til hálvleik.

Seinni hálvleikur líktist fyrra hálvleiki, alt eydnaðist hjá Bogdan og í hinum endanum tóku H71-málmennirnir alt. Tó kom KÍF uppá javnleik 18-18 í 12. minutti og upp á 19-19 í 13 minutti, KÍF førdi eisini 19-20 í 14. minutti, men tað lótu hoyvíksingar sær ikki linda - restina av dystinum førdi H71.

Sigast má, at Bogdan var í rættuligum stórstíli, alt eydnaðist hjá honum - eg skilti ikki, at KÍF ikki vardi hann tættari, tí so sá úrslitið annarleiðis út. Bogdan fekk 17 mál av 28, tað má vera langt síðan, at ein maður hevur skotið so nógv mál í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum

H71-málmennirnir - Ári Dam og Tóraldur Kollsker - leiktu báðir eisini upp til sítt allarbesta.

Tað betra liðið vann í Hoyvíkshøllini, eingin ivi um tað. H71 vildi vinna dystin, ímeðan KÍF-mennirnir tóktust meira lunkaðir - H71 verjan stóð mannuliga, ímeðan KÍF brendi alt ov nógvar upplagdar málmøguleikar.

Í teimum seinastu tveimum minuttunum hevði KÍF 4 opnar møguleikar, har H71-málmennirnir tóku allar 4 bóltarnar.

Støður: 

5. min. 3-1 

10. min. 5-4

15. min. 8-7

20. min. 9-7

25. min. 12-10

30. min. 15-13

35. min. 17-13

40. min. 18-17

45. min. 20-20

50. min. 24-20

55. min. 27-23

60. min. 28-25

H71: Ári Dam, Tórhaldur Kollsker, Høgni Olafson, Rúni Højgaard 3 mál, Bogi G. Davidsen, Hanus Norðberg, Esbern Patursson, Birgir Poulsen, Jóans Djurhuus 1 mál og eina útvísing, Bogdan Florea 17 mál og eina útvísing, Sigmundur Dahl tríggjar útvísingar, Sigmundir Nolsø 1 mál, Hallur Biskupstø 3 mál og tvær útvísingar, Andor Sivertsen, Tróndur Arge 3 mál og Djóni Højgaard.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias NielseN 3 mál, Ási Dam, Rasmus Junker 2 mál, Tony Weyhe eina útvísing, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnson 8 mál, Nicklas Selvig 7 mál, Rógvi Weyhe 1 mál og eina útvísing, Rúni Joensen 3 mál og eina útvísing, Jákup Trygvason 3 mál og eina útvísing, Vilhelm Magnussen. 

Áskoðarar: 300.

DómararRagnar Simonsen og Daniel Rapa.

Onnur úrslit:

Atlantic Airways kappingin
Team Klaksvík-Kyndil 31-24 (spældur í gjár)
Neistin-StÍF 24-23
H71-KÍF 28-25
Komandi dystir:
9/11 Team Klaksvík-KÍF
10/11 VÍF-Kyndil
10/11 H71-StÍF

Elektron kappingin
VÍF-Stjørnan 31-18 (spældur mikukvøldið)
Neistin-StÍF 32-17
VB-Kyndil 20-20
Komandi dystir:
10/11 VÍF-Kyndil
10/11 VB-Stjørnan

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF6173140338
2VÍF6190160308
3Neistin6157167-108
4H71616115926
5Kyndil6147149-26
6StÍF6150159-94
7Team Klaksvík6147191-442

Elektrondeildin - støðan:
Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil510784238
2VÍF5134110246
3Neistin5122109136
4VB5124126-25
5Stjørnan5102121-193
6StÍF5100139-392


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder