Ítróttur

Bogaskjótifelagið Vágaskot fær nú góðar umstøður

...

2013-07-27 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bogaskjótifelagið Vágaskot og Vága kommuna gjørdu fyri tíð síðan avtalu um, at Vágaskot skal leiga høllina í Miðvágs skúla, har uppruna ætlanin var at svimjihøll skuldi byggjast í 70-inum. Leigusáttmálin gongur í 7 ár.

Tað er Vágaskot, sum skal bera kostnaðin av, at seta hølini í stand, tann kostnaðurin er mettur til kr. 350-túsund - Jógvan Magnus Andreassen og Jim Sonni Guttesen greiddu frá í dag, tá vit vóru framvið, at øll fíggingin er fingin uppá pláss.

Nú verður gólv lagt í høllina, og varmi settur til, teir meta at alt arbeiðið verður liðugt til 1. oktober, tá ætlanin er at taka høllina í brúk.

Jógvan Magnus og Jim Sonni siga, at stórur áhugi er fyri bogaskjóting í Vágum, serliga eru tað tey ungu, sum vísa stóran áhugað - so nú verður spennandi.

Í høllini verður eisini gjørt pláss fyri dart og billiard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder