2015-09-19 03:01
Bjargingarbáturin hjá Vága Bjargingarfelag, Sverri, varð í dag boðsendur fyri at hjálpa einum báti, sum hevði fingið motorsteðg millum Tindhólm og Skerhólm, upplýsir vakthavandi á MRCC Tórshavn fyri JN.fo.
Manningin á bátinum fingu sjálvi gongd aftur á motorin, Sverri fylgdi so bátinum inn til Sørvágs.
Eisini upplýsti vakthavandi á MRCC Tórshavn fyri JN.fo, at ein aliringur var blivin leysur fyrr í dag, og rak nær við Flesarnar, bátur hjá Bakkafrost fekk fatur á aliringinum, og fekk hann uppá pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald