2016-07-16 20:16

Klokkan 19:48 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bátur var komin illa fyri á Kalsvík, sum er norðast á Kalsoynni. Løgreglan gav boðini víðari til MRCC, so setti MRCC eina stóra bjarging í gongd.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog, Brimil, Lív og Lena vóru við í leitingini.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tá fráboðanin kom, var sera ringt samband við bátin, og tí var ikki heilt greitt hvussu støðan hjá bátinum var, sigur vakthavandi á løgreglustøðuni við JN.fo í kvøld.
Tað vórðu sjey fólk við bátinum, sum ikki slapp út aftur av Kalsvíkini, sum er ein lítil vík norðast á vestursíðuni á Kalsoynni. Báturin er nú komin norðum Kallin, og siglur eystanfyri Kalsoynna heimaftur, tí har er betri í sjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald