2018-04-20 16:27

Kl 13.56 í dag fekk MRCC boð um, at ein dama hevði fingið skaða í fótin og var stødd norði á Kallinum, hon fekk ikki gingið og mátti tí hava hjálp.
Tyrlan varð boðsend og somuleiðis fjallabjargarar, tyrlan tók fjallabjargararnar umborð í Havn og fleyg norður á Kallin, har tann skadda kvinnan varð fingin umborð á tyrluna í øllum góðum, tyrlan fleyg kvinnuna til Klaksvíkar, har kvinnan varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Síðan fór tyrlan norður aftur á Kallin eftir hjálparfólkunum og fleyg tey suður aftur til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald