2018-05-06 19:32

Klokkan 11:40 fyrrapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan av Sandoynni, at neyðugt var at fáa ein persón fluttan av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, hon lendi í Skálavík klokkan 12:03 har hon síðani fekk persónin umborð, og klokkan 12:12 var persónurin fingin á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald