JN

Boð eftir bjargingartyrluni til Mykinesar

...

2017-06-04 13:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um 14 tíðina í dag vórðu boð send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Eitt ferðafólk hevði brotið beinið Uppi á Egg, sum er beint niðan frá bygdini.

Tyrlan flutti sjúklingin á flogvøllin í Vágum, har sjúkrabilur stóð fyri og flutti sjúklingin á Landssjúkrahúsið.

Myndirnar hevur Eli M. Jákupsson tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder