2018-04-30 10:11

Klokkan 05:25 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein mann av Sandoynni undir læknahond.
Boð vóru send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var í Skopun klokkan 05:59. Hon fekk síðani mannin umborð, og flutti hann til Landssjúkrahúsið í Havn. Bara 9 minuttir seinni var maðurin á Landssjúrkahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald