2015-08-31 13:39
Skipið hjá Sea Shepherd, Bob Barker, sum kom til Føroyar fyri einari viku síðani er nú beint suður úr Ham í Hetlandi. Sambært Marinetraffic.com, so er Bob Barker ávegis til Lerwick.
Manningin á Bob Barker var noktað innferð til Føroyar, og hevur skipið tí siglt uttanfyri 12 fjórðingar markið síðani mánakvøldið.
Les eisini: Manningin á Bob Barker noktad innferð til Føroyar.
Sí eisini: Myndir tá Bob Barker kom á Sund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald