2015-09-06 18:27
Skipið Bob Barker hjá felagsskapinum Sea Shepherd er nú aftur í føroyskum sjógvi. Fyri einari viku síðani, setti Bob Barker saman við Sam Simon kós móti Hetlandi har teir fóru at bunkra.
Manningin á Bob Barker hevur fingið noktað innferð til Føroyar.
Meðan skipini lógu í Lerwick var hald lagt á ein av teimum skjóttgangandi bátunum, sum Sam Simon hevur. Sam Simon er allarhelst eisini aftur í føroyskum sjógvi, men tað vita vit ikki við vissu.
Verjuskipið Knud Rasmussen er í løtuni á 12 fjórðingarmarkingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald