2015-09-30 03:37
Nú er bert eitt skip hjá felagsskapinum Sea Shepherd í føroyskum sjóøki. Í dag rýmdi Bob Barker, og er nú allarhelst ávegis til Lerwick.
Klokkan 16:30 fór Bob Barker út um 12-fjórðingar, sum teir fingu boð um av fyrstan tíð, ella eftir at teir vóru burturvístir av Sundi. Bob Barker verður allarhelst í Hetlandi tíðliga í morgin.
Sam Simon er nú einasta skipið hjá Sea Shepherd, sum er í føroyskum sjóøki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald