Blái Krossur:
Leygardagin 7. mai verður høvi hjá øllum at stuðla tveimum verkætlanum hjá Bláa Krossi, tá ið bússur verða bornar út í øll hús í landinum.
Hetta er áttanda árið á rað, at Blái Krossur Føroya skipar fyri landsinnsavnan. Vit takka hjartaliga fyri alt, sum kemur inn.
Hvar fara pengarnir?
Tvær verkætlanir verða stuðlaðar; ein føroysk og ein útlendsk.
Tann føroyska kallast fyri ?????ll hava rætt til góð barnaár???, sum er eitt tiltak fyri børn og ung, ið hava foreldur og familju við rústrupulleikum. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey í bólki saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar við øðrum í líknandi støðu. Tiltakið hevur víst seg at vera til stóra hjálp fyri fleiri. Les meira um tiltakið her:?????ll hava rætt til góð barnaár???.
??tlendska verkætlanin er í Grønlandi, har næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum, og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Blái Krossur í Føroyum samstarvar við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna. Les meira um tiltakið her:Hjálp til børn og ung í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald