JN

Blái Krossur: 556.000 kr. í landsinnsavnan

...

2015-06-03 15:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Blái Krossur hevði landsinnsavnan herfyri. Nú er talt upp, og higartil eru komnar 555.843,80 krónur inn. Blái Krossur takkar hjartaliga fyri hesa stóru upphæddina.


Tað eru tvær verkætlanir, ið verða stuðlaðar við landsinnsavnanini.
Onnur verkætlanin er føroysk og hevur heitið ?????ll hava rætt til góð barnaár???.
Hetta er verkætlan, har børn og ung kunnu tosa meira opið um tað at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri tey og trivnaðin í familjuni.
Hin verkætlanin hevur heitið ???
Sig nei til rúsdrekka og narko???.

Henda verkætlanin gongur fyri seg í Ndjamena, høvuðsstaðnum í Kjad í Afrika. Hetta er ein trý ára verkætlan. Høvuðsendamálið er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum ung í Ndjamena.

Tað koma framvegis gávur inn, so tað kann vera, at endaliga upphæddin verður eitt sindur størri.
Blái Krossur takkar hjartaliga øllum teimum, ið stuðlaðu landsinnsavnanini. Teimum næstan 400 bússuberarunum kring landið verður eisini veitt ein hjartalig tøkk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder