Vinna

Black Watch vitjar á Havnini

...

2019-06-25 07:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Black Watch kemur á Havnina í morgun, skipið hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Lerwick.

Skipið var tikið í sigling í 1972 og er bygt á skipasmiðuni í Helsinki í Finnlandi. Black Watch var upprunaliga 178 metrar langt og 25 metrar breitt, og tók 539 ferðafólk, men skipið er umbygd tvær ferðir síðani og seinast var í 2005. Skipið er nú 205 metrar langt og 25 metrar breitt, og tekur 820 ferðafólk.

Skipið var fyrst heimahoyrandi í Norra, men hevur seinastu árini verði heimahoyrandi á Bahamas oyggjunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder