Munnligur fyrispurningur
til
Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum
Viðvíkjandi upphiting av Marknagilsdeplinum við grønari
orku
1.
Hvør hitaskipan er vald fyri
Marknagilsdepilin, og er ætlanin, at skúlin heilt ella lutvíst verður hitaður við
grønari orku?
2.
Hvussu nógv fer tað at kosta eyka,
um íløga verður gjørd í hitaskipan, so Marknagilsdepilin burturav verður hitaður
við orku frá hitapumpu og/ella aðrari grønari hitaskipan?
3.
Yvir hvussu nógv ár kann ein slík íløga
sparast innaftur?
4.
Metir landsstýriskvinnan, at hetta
eigur at verða raðfest á fíggjarlógini?
Viðmerkingar
Miðnámsskúlan í Marknagili er størsti
skúlabygningur nakrantíð í Føroyum. Tað er Landsverk, sum er stovnur undir
Samferðslumálaráðnum, ið er byggiharri, ímeðan tað er Mentamálaráðið, ið er
arbeiðsánari. Samstundis er tað Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið umsitur
orkupolitikk landsins.
Seinastu árini hava skiftandi landsstýrisfólk
givið ymisk svar upp á spurningin, hvørt Marknagilsdepilin fór at verða hitaður við varandi
orku. Eitt útspæl frá undanfarna landsstýri var, at privat felag skuldi gera
eykaíløguna í grøna hitaskipan, og síðan skuldu felagið og landið býta tað, sum
fór at vera spart við hesi skipan, í mun til um skúlin varð hitaður við olju.
Ikki stendur greitt, hvørt endalig avgerð er tikin um grøna hitaskipan til
Marknagilsdepilin. Hinvegin stendur greitt, at landið kann spara fitt av pengum
við at gera íløguna í røttu hitaskipanina frá fyrsta degi.
Allir nýggir almennir bygningar eiga at verða
bygdir soleiðis, at teir nýta sum minst av orku, og at ljós og hiti í so stóran
mun, sum til ber, kunnu koma frá varandi orku. Hetta er ein ábyrgd, sum
landsstýrið hevur. Bæði í mun til gjørdar politiskar avtalur um at minka
útlátið av CO2 og harvið olju munandi, og í mun til ábyrgdina av at gera
Føroyar minni tengdar at oljuni ??? til gangs fyri verandi og komandi ættarlið.
Hetta er eisini staðfest í samgonguskjalinum
har tað stendur at: ???Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku,
...???
Á Løgtingi 9. november 2015
Bjørt
Samuelsen
løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald