Politikkur

Bjørt spyr um eftirlitið við eldraøkinum

...

2021-11-11 08:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Er nakað eftirlit við, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing. Hvør tryggjar, at eldri búfólk á stovni fáa tær tænasturnar, ið ásettar eru í §1 í Eldralógini? Og er eldralógin endurmett, síðani økið varð flutt kommununum at umsita? Millum annað tað spyr Bjørt Samuelsen løgtingskvinna, í fyrispurningi til Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Spyrjari:Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður

Svarari:Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum

Evni:Um eftirlit við og tryggjan av, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing


Spurningar:
  1. Hvør hevur eftirlit við, at heilsutænastur og røkt av eldri, ið búgva á ellis- og røktarheimum ella sambýlum, eru nøktandi?
  2. Hevur nakað eftirlit verið hesum viðvíkjandi síðani kommunurnar tóku ábyrgdina av eldraøkinum? Um ja, í hvønn mun? Um nei, hví?
  3. Hvør ásetir og tryggjar, at eldri búfólk á stovni fáa tær tænasturnar, ið ásettar eru í § 1 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.?
  4. Verður gjørd nøkur góðskumeting og samanbering av tilboðunum í teimum ymisku kommununum og heimunum/bústovnunum?
  5. Smb. § 10 og § 11 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hava kommunurnar skyldu at veita heimabúgvandi pensjonistum endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hvønn rætt hava pensjonistar, ið búgva á heimum, til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing?
  6. Í hvønn mun verður endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing givin pensjonistum, ið búgva á ellis- og røktarheimum, og er munur á kommunum, í hvønn mun, hesi tilboð verða givin?
  7. Hvør hevur eftirlit við, hvørt pensjonistar, ið búgva á heimum, fáa neyðug tilboð um endurmenning og endurvenjing?
  8. Er eldralógin endurskoðað, sum ásett í § 22 í lógini, og um ja, er ætlanin at gera nakrar tillagingar í lógini, sum kvalitetstryggja tilboðið um røkt og menning fyri búfólk á ellis- og røktarheimum og á sambýlum?

Viðmerkingar
Frá 1. januar 2015 fingu kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum, við løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Eldralógin). Í sambandi við viðgerð og samtykt av lógini á vári 2014, var í álitinum til málið víst á fleiri avbjóðingar, ið fóru at standast av at flyta eldraøkið til kommunurnar at umsita, tí hetta ikki var nóg væl fyrireikað (sí minnilutálit í tingmáli nr. 64/2013).
Víst varð millum annað á, at tað í lógini einki minstakrav varð ásett í mun til tænastustøðið, og ei heldur ásett nakað eftirlit við dygd og tænastu, umframt at kærumøguleikar manglaðu.
Eisini vísti Trivnaðarnevndin á, hvussu stóran týdning tað hevði at tryggja, at eldri fólk fáa viðlíkahaldsvenjing, so tey eru før fyri at virka í einum gerandisdegi.
Skjótt eru 6 ár farin, síðani eldraøkið varð flutt kommununum. Javnan frættist um ov trongt fíggjarligt rásarúm, um tørv á starvsfólki, um mun á tilboðum millum kommunur og ymisk tilboð til búfólkið, alt eftir, á hvørjum heimi tú býrt.
Tilboð um viðlíkahaldsvenjing og endurmennandi tilboð tykjast ikki vera nøktandi, í øllum føri nógvastaðni. Við teirri stóru avbjóðing fyri framman í mun til størri trýst á bæði heilsu- og almannaverk, ikki minst orsakað av vaksandi tørvinum á fleiri hondum, kann henda avbjóðing fara at gerast enn størri.
§ 22 í lógini ásetir: Henda løgtingslóg skal endurskoðast 5 ár eftir, at lógin er sett í gildi. Hetta fyri at meta um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, ella um broytingar skulu gerast í skipanini.

Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram, í hvønn mun ovasti myndugleikin á almannaøkinum hevur innlit í støðuna á teimum ymisku heimunum fyri eldri. Og fyri at fáa fram, hvørt nakað eftirlit er, sum tryggjar, at borgarar fáa ta røkt og viðlíkahaldsvenjing, sum teimum tørvar ??? og sum kann vísa á tey føri, har borgarar detta niðurímillum. Og fyri at fáa hesi viðurskifti greitt fram, so orka kann setast inn at loysa avbjóðingarnar og betra røktina og tænastuna til eldri borgarar, sum av ellis- ella øðrum breku hava stóran tørv á dyggum heilsutænastum, røkt og viðlíkahaldsvenjing.

Bjørt Samuelsen,
tingvkinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder