Munnligur fyrispurningur um ílegukanningar av nýføðingum fyri CTD og aðrar arvaligar sjúkur. Settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsumálum.
-Hevur landsstýriskvinnan umhugsað at lata ílegukanningarnar av nýføðingum gera í Føroyum?
-Hvør er orsøkin til, at heilsumyndugleikin ætlar, at ílegukanningar av føroyskum nýføðingum skulu gerast á Serumsinstituttinum í Keypmannahavn?
-Er landsstýriskvinnan samd í, at fakligir førleikar og tøkniligur útbúnaður at gera slíkar kanningar eru í Føroyum?
-Metir landsstýriskvinnan, at tað hevur týdning, at slíkar kanningar verða gjørdar her fyri at strykja førleikamenning, vitanarsavning, gransingarumhvørvið, skapa vitanartung arbeiðspláss og so frameftir?
-Umhugsar landsstýriskvinnan at taka stig til, at hetta arbeiði kann gerast her heima?
Viðmerkingar
??tlanin er at fara undir at ílegukanna allar føroyskar nýføðingar, fyri sjúkuna CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur. Sambært tí, sum kom fram í sendingini Radarin, eru samráðingar um at gera avtalu við danska Serumsinstituttet, at gera hesar kanningar.
Í Føroyum eru bæði fólk og útbúnaður til at gera ílegukanningar. Eitt nú kann nevnast granskingarsetrið iNova við nýtímans kanningarstovum og við útbúnaði at gera ílegukanningar. Bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur við ílegufakligum førleikunum eru knýtt at iNova. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur somuleiðis útgerð, fakligar førleikar og drúgvar royndir at gera ílegukanningar. Landssjúkrahúsið eigur eisini at vera sentralur partur av arbeiðinum.
Nógvir fyrimunir eru við at gera kanningarnar av CTD og øðrum arvaligum sjúkum í Føroyum. Eitt nú førleikamenning, vitanarsavning, styrking av gransingarumhvørvinum, skapan av vitanartungum arbeiðsplássum og so frameftir.
Á Løgtingi 8 desember 2015
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald