Fyrispurningar til Karsten Hansen, landsstýrismann í Heilsumálum, um leiðreglurnar fyri ávísing til mammografi
- Tá Landssjúkrahúsið ger nýggjar leiðreglur, sum gera møguleikan hjá føroyskum kvinnum verri at sleppa til mammografikanningar, eigur landsstýrismaðurin so ikki at góðkenna reglurnar, og almenningurin verða kunnaður?
- Metir landsstýrismaðurin, at eitt sjúkrahús skal kunna avvísa kvinnur, sum lækni hevur mett eiga at sleppa til mammografi?
- Hvussu nógvar ávísingar frá kommunulæknum og øðrum serlæknum hevur Landssjúkrahúsið higartil avvíst, síðani nýggju leiðreglurnar?
- Í hvønn mun raka nýggju leiðreglurnar eisini kvinnur, sum hava havt bróstkrabba, soleiðis, at tær ikki - ella í minni mun - sleppa til mammografiskar eftirkanningar?
Viðmerkingar
Í mai í fjør komu nýggjar og munandi strangari reglur fyri, hvørjar kvinnur sleppa framat mammografi. M.a. stendur í reglunum: ???Frameftir verður mammografi einans gjørt um talan er um manifestan kliniskan illgruna um bróstkrabba. Ein kliniskur bróstkrabbi er ein palpabel malignitetssuspektur knútur. Einans ávísingar við nevndu indikatión verða móttiknar frá kommunulæknum og øðrum serlæknum.??? Í leiðreglunum stendur m.a. eisini, at ávísingin frá lækna skal innihalda nágreiniliga lokalisatión av knúti, og síðani stendur: ???Um omanfyrinevndu treytir ikki eru uppfyltar, verður ávísingin send retur.???
Spyrjarin hevur skilt at nýggju leiðreglurnar eisini avmarka møguleikarnar til eftirkanningar av kvinnum, ið hava havt bróstkrabba.
Mammografi er ein røntgenkanning av bróstinum, sum eisini kann avdúka knútar, ið eru so smáir, at tað ikki ber til at merkja teir við fingrunum. Knyklar í bróstunum er ikki einasta ábending um bróstkrabba. Tess fyrr krabbi verður uppdagaður, tess størri møguleiki at gerast frísk.
Á Løgtingi 19. januar 2015
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald