Politikkur

Bjørn, lygnirnar og Skúlablaðið

...

2015-08-26 18:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá Javnaðarflokkurin umsat skúlamál frá 2008 til 2011, hækkaði játtanin við 23 milliónum, men í einum valstríði er sannleikin ofta fyrsta offrið. Sambandsflokkurin sigur í Skúlablaðnum, at Javnaðarflokkurin spardi á fólkaskúlaøkinum hesi árini, og at Sambandsflokkurin broytti kósina. Men hetta er beinleiðis ósatt ??? og tað veit Bjørn Kalsø væl.

Javnaðarflokkurin raðfesti fólkaskúlan høgt í 2008 - 2011

Tilsamans hækkaði játtanin til fólkaskúlan frá 2008???2011 úr 258 mió. til 281 mió. Tað er ein hækking á 23 milliónir eftir trimum árum. So sannleikin er, at tað eydnaðist mær sum landsstýriskvinna í mentamálum frá 2008???2011 at pumpa 30 lærarastørv inn í fólkaskúlan til børnini.

Tímar vórðu settir av til tvílæraraskipan, talið av miðfirraðum tímum vaks, og nógv annað royndar- og menningarvirksemi varð sett í gongd, eins og eftirútbúgving av lærarum á ymsum økjum.

Samstundis hækkaði játtanin til serundirvísing í sama tíðarskeiði úr 50 upp í 63 mió. Ein hækking til veikaru næmingarnar á 13 mió. Nú er játtanin til hetta økið 69 mió., sum er ein vøkstur á 6 mió. So eisini á hesum økinum er játtanin bert hækkað á leið samsvarandi lønarvøkstrinum, og ikki við øktum tímatali til veikastu næmingarnar.

Í mínum tíðarskeiði sum landsstýriskvinna varð eingin skúli hvørki niðurlagdur ella samanlagdur. So pástandurin um, at skúlar skuldi steingja í hesum tíðarskeiði, er tað reina tvætl. Vit tosaðu við kommunur og skúlaleiðslur um, hvussu Føroyar kundu skipast í skúlaøki, men tann dialogurin steðgaði, tá Bjørn Kalsø bleiv landsstýrismaður. Og einki er hent viðvíkjandi nýskipan á skúlaøkinum.

Meðan Bjørn Kalsø hevur verið landsstýrismaður fyri fólkaskúlan, er játtanin einans hækkað við 13 milliónum, sum er á leið tað, sum svarar til vanligar lønarhækkingar í tíðarskeiðnum. Hvørki nýggj størv ella fleiri tímar eru komin afturat.

Sannleikin ofta offraður í valdysti

Tað er átaluvert, at Skúlablaðið ber tílík ósonn tíðindi víðari púra kritikkleyst. Eg fari at mæla Skúlablaðnum til at kanna sínar keldur betri og ikki lata seg brúka í ósakligum valdysti.

Tað man vera langt síðani, at fólkaskúlin varð so høgt raðfestur sum júst árini frá 2008???2011, tá ið Javnaðarflokkurin umsat fólkaskúlan.

Enn einaferð uppliva vit, at sannleikin verður offraður í einum valdysti fyri at skora eitt bíligt stig, men turru tølini tala fyri seg. Hugstoytt at Sambandsflokkurin gongur á odda í hesum.

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder