Hetta vikuskiftið lata eigararnir av Angus Steakhouse í Tórshavn alment upp nýggja matstovu í Reykjavík. Matstovan í Reykjavík kallast Taurus Steakhouse og hevur sama samleika og matarskrá sum matstovan í Tórshavn.
- Vit hava nú royndarkoyrt matstovuna í eina viku, har vit bara hava havt opið fyri innbodnum. Hetta gera vit fyri at venja starvsfólkini í køkinum og tænararnar úti í matstovuni, soleiðis at kundarnir frá fyrstan tíð av fáa eitt so gott upplivisli, sum gjørligt, sigur Tóki Skeel Nolsøe, sum er ein av eigarunum.
- Longu nú hava nógv fólk roynt matstovuna í royndartíðini og tey lata bara heilt væl at. Tey eru glað fyri, at tey nú kunnu fáa ein góðan og vælsmakkandi búff fyri ein rímiligan penga, sigur Tóki.
Tóki og starvsfólk frá Angus Steakhouse í Tórshavn hava verið í Reykjavík í góðar tvær vikur, har tey hava lært starvsfólkini upp, sum koma at starvast í Taurus Steakhouse.
Í sambandi við at matstovan nú alment letur upp í Reykjavík, bjóðar Taurus Steakhouse øllum føroyingum, sum eru búsitandi ella á vitjan í Reykjavík, ein ókeypis búff í morgin fríggjadagin 15. apríl millum kl. 18 og 20.
- Taurus Steakhouse matstovan liggur væl fyri á Grensásvegi 10 í Reykjavík. Vit hava umleið 80 sitipláss, so tað er ???først til mølle???, sigur ein vælnøgdur Tóki úr Reykjavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald