Politikkur

Bjartskygni eyðkennir makrelmálið

...

2013-12-11 22:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður og Maria Damanaki, evropanevndarlimur í fiskivinnumálum, hava seinnapart havt fund í Tinganesi. Á fundinum gjørdi løgmaður evropanevndarliminum greitt, at óhepnu handilstiltøkini hjá ES hava gjørt tað truplari at finna eina semju í hesum týdningarmikla máli. Kortini kann hetta verða rætta løtan at finna eina semju millum Føroyar og ES um makrelbýtið.


- Tað er týdningarmikið, at Føroyar og ES hava møguleikan at fundast um makrel býtið á politiskum stigi. Samráðingarnar um makrelfiskiskapin tykjast í løtuni at vera í einari góðari legu, og tí hava vit orsøk til at vera bjartskygd. Eg kunnaði Mariu Damanaki um, at setir ES handilstiltøkini úr gildi og gevst við sínum hóttanum, eri eg til reiðar at hugsa støðuna av nýggjum í mun til WTO- og gerðarrættarmálini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Í morgin fer Maria Damanaki aftur at hitta Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Evropanevndarlimurin í fiskivinnumálum fer eisini at hava fund við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.


Maria Damanaki fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.

Skrivar tinganes.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder