2017-03-24 22:38
Kvota / Fiskidagar
Nú havi eg fiskað í nógv ár bæði undir kvotuskipan og fiskidagaskipan, og hjá mær er als ongin ivi, at Fiskidagaskipanin er nógv betur bæði tá hugsað er um stovnsrøkt , effektivitet og annað.
Kvota riggar bert um mestsum ovmikið er til av kvotu. (hvat tað jú aldrin er)
Tá eitt skip hevur eina avmarkaða kvotu, so verður tað sum hevur minni virði blakað út, ongin fer at taka okkurt sum kostar 10 kr/kg - tá ongin trupuleiki er at fiska alla kvotuna við nøkrum sum kostar40kr/kg, soleiðis er tað bara.
Við fiskidagaskipanini nýtist onki kontroll heldur, meðan kvotuskipanin mestsum ikki ber til at kontrollera
Eg kundi nevnt nógv dømi um útblaking, men so vórðu tað nógvir við mær, sum fóru í bolt og jarn fyri lívstíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald