Framsókn: Í sambandi við at Hanna Jensen skal til finlands í arbeiðsørindum, hevur hon biðið um stutt farloyvi. Við hesum tekur næsta fólk á framsóknar listanum sæti á tingi.
Hanna skal á norðurlendskan arbeiðsfund í Helsinki í sambandi við NVL (Norðurlendsk samstarv um vaksnamannalæru).
Tað verður Bjarni Kárason Petersen sum tekur sæti á tingi fyri Honnu og hetta er fyrstu ferð at Bjarni verður tingmaður. Bjarni er 20 ára gamal og hevur verið næstformaður í Framsøkin Ung síðan februar í fjør og varð í august mánaða valdur til formann.
Hansara fyrsti tingfundur byrjar í dag kl. 11:00 og skráin sær soleiðis út:
1.??fráboðaðir fyrispurningar
2.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.15/2015: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2015
3.Svar nr.3/2015:Tunlar Norður um Fjall
4.Framløga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald