Ítróttur

Bjarni heldur fram í 07 Vestur

...

2015-10-17 16:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Bjarni Árnason Dalsgaard skrivaði nýggjan sáttmála við 07 Vestur fyrra dagin. Bjarni kom til 07 Vestur úr MB í summar, og hevur síðan vant við besta liðinum, har hann eisini hevur leikt nakrar dystir og skotið eitt mál.


Bjarni, ið fylti 21 í síðstu viku, hevur spælt tað eina árið við 07 Vestur frammanundan. Hetta var í 2011. Síðan hevur hann spælt við MB, har hann eisini er uppvaksin. Tað blivu 4 dystir á besta liðinum í ár, umframt fleiri dystir á 2. liðið, har hann var við til at vinna 3. deild.

Vit ynskja Bjarna góða eydnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder