JN

Bjarni er avhoyrdur av løgregluni

...

2018-02-22 16:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VP.fo skrivaði í gjárskvøldið um, at ein løgtingslimur varð avhoyrdur fyri at selja narkotisk evni. Bjarni Hammer løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og løgreglumaður hevur sent VP.fo eitt tíðindaskriv.

Hann sigur m.a. "Fyri at eingin misskiljing skal vera, so er veruleikin tann, at tveir danskir løgreglumenn bóðu um eina samrøðu við meg umborð á Smyrli fyri 2 vikum síðani.

??? Ikki sum skuldsettur í nøkrum máli, og heldur ikki við rættindunum hjá einum skuldsettum ??? um okkurt, sum skuldi verið farið fram í Havn fyri fleiri árum síðani, til ein 40 ára føðingardag hjá vinmanni, har onkur hevði nevnt, at eg hevði selt rúsevni, skrivar løgtingsmaðurin í tíðindaskrivinum."

Les meira á vp.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder