
Bíggjarbáturin Bjarnafossur, sum sakk í bátahylinum í Sørvági fyri nøkrum vikum síðan, varð í morgun tikin upp á turt, tað vóru tveir bilar, ein hjá Hans Egil Joensen á Eiði og hin frá Ian Rasmussen í Kollafirði, sum vóru komnir til Sørvágs, fyri at fáa bátin upp.
Bjarnafossur er bygdur á Vestmanna Skipasmiðju í 1934, tað var Jógvan Jacobsen (á Mýruni) í Bø, sum lat bátin byggja, báturin hevur verið í somu familju alla tíðina, nú eigur Sigurð Nordendal bátin, Sigurð er langabbasonur hjá Jógvan Jacobsen.
Sigurð segði við JN.fo í morgun, at ætlanin er at seta bátin í uppruna stand - m.a. hevur motorurin, sum varð settur í bátin í 1934, verið í Danmark á fabrikkini har hann er gjørdur, motorurin er allur eftirhugdur, og verður settur aftur í Bjarnafoss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald