2017-07-06 19:32

Klokkan 17:41 í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan frá norska skipinum Geo Coral, at ein maður var blivin sjúkur umborð. Geo Coral var tá staddur 126 fjórðingar suður úr Vágum. Skipið er ávegis til Føroyar at bunkra.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var boðsend eftir manninum, sum var blivin sjúkur umborð á Geo Coral, sum er eitt seismisk skip. Tyrlan fekk mannin umborð í øllum góðum, og setti kós móti Landssjúkrahúsinum. Í Havn var ov nógvur mjørki, soleiðis at tyrlan ikki fekk lent í Havn, so hon fór vestur á flogvøllin við norðmanninum, har hon lendi fyri løtu síðani. Ein sjúkrabilur flytur so sjúklingin til Havnar, sigur vakthavandi á MRCC Tórshavn við JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald