2016-02-12 16:10

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var tvær ferðir boðsend at flyta sjúkling av Sandoynni í gjár.
Fyrri sjúkraflutningurin varð seinnapartin í gjár, tá ein drongur var árendur av einum bili, les um tað her.
Klokkan 20:49 fekk MRCC Tórshavn fráboðan um, at tað var aftur neyðugt at brúka tyrluna at flyta ein sjúkling av Sandoynni. Bjargingartyrlan var á Sandoynni klokkan 21:17, og klokkan 21:35 var tyrlan í Havn við sjúklinginum.
Sverri og bjargingartyrlan vandu eisini í gjár, sí myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald