JN

Bjargingartyrlan var eftir sjúkum manni á Føroya Banka

...

2016-07-24 13:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 19:16 í gjárskvøldið fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at ein maður var blivin sjúkur umborð á partrolarnum Jaspis, sum var til fiskiskap á Føroya Banka.

MRCC støðin í Havn sendi bjargingartyrluna hjá Atlantsflog eftir manninum, og var hann fluttur á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi við manninum í Havn klokkan 21:30.

Partrolarnir Jaspis og Ametyst settu kós móti Havnini, og komu á Havnina klokkan 05:30 í morgun.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder