JN

Bjargingartyrlan var boðsend í morgun

...

2016-03-13 12:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 09:00 í morgun fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways at flyta ein sjúkling av Sandoynni.

Tyrlan var í luftina lítla løtu seinni, og fór til Skálavíkar eftir sjúklinginum. Tyrlan var í lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 09:40 í morgun. Hetta er annar sjúkraflutningurin úr Skálavík hetta vikuskiftið. Fríggjadagin var tyrlan eisini boðsend at flyta ein sjúkling úr Skálavík, og á Landssjúkrahúsið, upplýsir MRCC Tòrshavn.

MRCC Tórshavn hevur sent boð eftir bjargingartyrluni 24 ferðir í ár, av teimum eru 19 sjúkraflutningar, sæst á heimasíðuni hjá MRCC Tòrshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder