2016-02-07 20:25

Í gjárskvøldið fekk MRCC Tórshavn boð um, at tað var brúk fyri bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, at fáa ein sjúkling á Landssjúkrahúsið.
Tað var klokkan 18:42 at MRCC Tórshavn fekk boð um, at ein sjúklingur í Suðuroynni var blivin sera illa fyri. MRCC Tórshavn sendi bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways avstað, og hon var í Froðba klokkan 19:23, har sjúklingurin og læknar komu umborð á tyrluna, upplýsir vakthavandi á MRCC støðuni fyri JN.fo.
Bjargingartyrlan lendi í Havn við sjúklinginum klokkan 20:15, og var hann síðani fluttir av Boðanesi við sjúkrabili. Tyrlan fleyg síðani læknarnar suður aftur, og var hon har klokkan 21:14.
Sí eisini myndir, tá bjargingartyrlan vandi saman við Sverra í gjár, við at trýsta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald