JN

Bjargingartyrlan leitaði eftir neyðsendarboðum

...

2016-04-12 22:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 13:36 í dag fekk MRCC Tórshavn, eina fráboðan frá JRCC Bodø í Norra, at ein neyðsignal boya var blivin virkin, og sendi neyðsignal út. Talan er um boyu, ið hoyrir til skip. 

MRCC Tórshavn sendi bjargingartyrluna hjá Atlantsflog at leita, hvar hetta signali kom frá. Frá tí tyrlan fór á flog, gekk eitt korter, til funnið útav hvar signali kom frá. Tyrlan fann signali í Hunsarabotni, boyan skuldi burturbeinast, men varð av einari ella aðrari grund farin at senda signal frá sær, sigur vakthavandi á MRCC støðini fyri JN.fo í kvøld. 

Á fakmáli verður boyan kallað epirb, sum er Emergency position indicating radiobeacon.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder