2016-08-23 11:48

Klokkan 09 í morgun fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at ein maður var blivin illa fyri umborð á Polarhav, sum var til fiskiskap. Polarhav var tá staddur 60 fjórðingar suður úr flogvøllinum.
Vakthavandi á MRCC-støðini í Havn sigur við JN.fo, at teir settu seg í samband við Landssjúkrahúsið og har frá var sagt, at best var at fáa mannin fluttan á sjúkrahúsið.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog var boðsend. Veðrið á leiðina var gott, og tað gjørdi at tað gekk væl at fáa mannin umborð á tyrluna. Tó hekk tyrlan eina løtu uppiyvir Polarhav, tí maðurin var á børini ið hoyrir til skipið, og skuldi flytast yvir á børina ið bjargingartyrlan hevði við, sigur vakthavandi á MRCC-støðini við JN.fo.
Tyrlan lendi við manninum á Landssjúkrahúsinum klokkan 10:30. Polarhav er nú á veg inn eftir einum nýggjum manni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald