2016-02-16 00:18

Aftur í dag var brúk fyri bjargingartyrluni at flyta ein sjúkling, hetta er fimtu ferð seinastu fimm dagarnar, at brúk hevur verið fyri at fáa flutt sjúklingar við bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.
MRCC Tórshavn fekk klokkan 13:50 eina fráboðan um, at brúk var fyri at flyta ein sjúkling av Suðuroynni, tyrlan fór til Froðba eftir sjúklinginum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Á yvirlitinum hjá MRCC Tórshavn sæst, at sjúkraflutningurin í dag, var sjúkraflutningur nummar 13 hjá bjargingartyrluni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald