JN

Bjargingartyrlan hevur havt ein sjúkraflutning seint í kvøld

...

2017-08-05 23:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld klokkan 23:02 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av suðuroynni, og norð til Havnar á Landssjúkrahúsið.

MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum síðani setti kós suður til Froðba. Tyrlan lendi í Froðba klokkan 23:40, og fekk sjúklingin umborð á tyrluna, sum síðani setti kósina til Havnar. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 00:08.

MRCC hevur havt 3 sjúkraflutningar í dag. Les um hinar báðar her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder