2017-06-13 07:23

Klokkan 05:56 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón, sum var á Suðuroyar Sjúkrahúsið norður til Havnar.
MRCC Tòrshavn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 06:43. Tyrlan setti so kós móti Landssjúkrahúsinum í Havn, men hon fekk ikki sett seg í Havn vegna mjørka. So sjúklingurin var fluttur vestur á flogvøllin við tyrluni, har ein sjúkrabilur so stóð fyri honum, og flutti hann til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald