2017-08-07 12:08

Klokkan 03:18 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Sandoynni og til Havnar á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var á Sandi beint áðrenn klokkan 4 í nátt. Tyrlan tók sjúklingin umborð, og flutti hann til Havnar, har hon lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 04:05.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald