JN

Bjargingartyrlan gjørt tveir sjúkraflutningar í vikuskiftinum

...

2017-08-14 06:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um vikuskiftið hevur bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways gjørt tveir sjúkraflutningar, ein leygardagin og ein sunnudagin.

Leygardagin klokkan 17:57 fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at brúk var fyri at fáa flutt eitt fólk av Suðuroynni og norður til Havnar. Tyrlan fór til Froðba, og flutti fólkið norður á Landssjúkrahúsið.

Aftur í gjár vóru boð eftir bjargingartyrlauni, tá ið MRCC Tórshavn fekk eina fráboðan klokkan 16:27, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Mykinesi. Tyrlan fór til Mykinesar eftir fólkinum, og flutti tað á Vága Floghavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder