2016-01-24 01:35
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur verið tveir sjúkraflutningar í dag.
Tann fyrri sjúkraflutningurin var av Sandoynni tá boð komu um, at tyrlan mátti flyti ein sjúkling til Havnar á Landssjúkrahúsið, tey boðini fekk MRCC Tórshavn klokkan 10:41. Tyrlan fór til Húsavíkar eftir sjúklinginum, og flutti hann á Landssjúkrahúsið, tyrlan var í Havn klokkan 11:25.
Klokkan 13:12 fekk MRCC Tórshavn aftur boð um, at brúk var fyri tyrluni, eitt ferðsluóhapp var hent í Trongisvági(les um tað her). Sjúklingurin var fluttir til Froðba við sjúkrabili, har tyrlan kom eftir sjúklinginum, og flutti hann til Havnar, tyrlan var í Havn klokkan 15:12.
Eisini var boð eftir bjargingartyrluni í gjár, les um tað her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald