2016-01-31 03:45
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var í dag boðsend til at flyta ein sjúkling av Sandoynni til Landssjúkrahúsið.
Klokkan 15:34 fekk MRCC Tórshavn boð um, at ein sjúklingur mátti flytast á Landssjúkrahúsið. Tyrlan fór úr Vágum klokkan 15:49, og longu klokkan 16:09 var tyrlan í Havn við sjúklinginum, sigur MRCC Tórshavn við JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald