JN

Bjargingartyrlan gjørdi heilt skjótt av

...

2016-03-07 22:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
MRCC Tórshavn fekk í dag eina fráboðan um, at tað var neyðugt at fáa flutt ein sjúkling av Sandoynni, og á Landssjúkrahúsið.

Boðini komu klokkan 11:03, og MRCC Tórshavn sendi bjargingartyrluna avstað, tyrlan lendi í Skopun klokkan 11:26, og fekk flutt sjúklingin á Landssjúkrahúsið, har hon lendi beint áðrenn middag, sigur vakthavandi á MRCC-støðini fyri JN.fo í kvøld.

Eisini verður upplýst av MRCC-støðini, at nú hevur tyrlan loyvi at lenda á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið aftur. Tað eru gjørdar nakrar ábøtur við tyrlupallin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder