2017-05-27 20:18

Klokkan 22:12 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni, og á Landssjúkrahúsið.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var boðsend, og fór suður til Froðba. Tyrlan lendi har góðan tíma eftir at fráboðanin til MRCC Tòrshavn kom. Bjargingartyrlan fekk sjúklingin umborð, men fekk ikki sett kós norð á Landssjúkrahúsið, sum hon annars vanliga ger. Tað var ov nógur mjørki at lenda í Havn. Bjargingartyrlan setti seg so í Vágum við sjúklinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald