JN

Bjargingartyrlan flutti eitt fólk á Landssjúkrahúsið

...

2017-07-04 11:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni norður á Landssjúkrahúsið. 

Boðini komu 21:42, og setti MRCC seg í sambandi við tyrlumanningina hjá Atlantsflog. Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways lendi í Froðba klokkan 22:15, og fekk persónin umborð. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið í Havn klokkan 22:45.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder