2016-02-22 23:35

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways er tvær ferðir seinnapartin í dag send at hjálpa fólki.
Klokkan 12:54 fekk MRCC-støðin eina fráboðan um, at ein kvinna hevði brotið beini omanfyri Kirkjubø, MRCC Tórshavn sendi tyrluna hjá Atlantic Airways eftir kvinnuni, og var hon flutt á landssjúkrahúsið klokkan 13:51.
Bjargingartyrlan var ikki meira enn komin aftur á flogvøllin í Vágum, so vórðu aftur boð eftir henni, klokkan 14:08 fekk MRCC-støðin eina fráboðan um, at brúk var fyri tyrluni at flyta ein sjúkling av Sandoynni. Tyrlan fór til Skopunar eftir sjúklinginum, og fekk flutt hann til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald