2015-11-13 02:49
Í sambandi við, at tryggingarviðurskiftini hjá okkara sjálvbodnu, sum fara út til ymisk átøk ??? á sjógvi og á landi ??? eru ógreið, hevur ein samd nevnd tikið ta avgerð, at bjargingafeløgini kring landið og bjargingarbátarnir, LÍV, SVERRI og V??N steðga við okkara virksemi, so leingi ivi er um tryggingarviðurskiftini.
Nevndin metir tað ikki vera forsvarligt at senda sjálvboðin fólk út undir verandi umstøðum.
Vit harmast støðuna, men meta at trygdin hjá okkara fólkið eigur at verða sett í fremstu røð.
Vit skula tó gera vart við, at stendur um lív, so fara vit sjálvandi út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald